Innanlands

Grindin er nú vestan fyri Føroyar

Fyri fyrstu ferð, síðan hon var merkt fyri 221 døgum síðani, er grindin norðarlagari enn oyggjarnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-21 16:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum var merkt í Vestmanna í november í fjør, er nú komin 70 fjórðingar í ein útnyring úr Føroyum.

Tað skrivar Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur hjá Havstovuni.

Eftir at grindin vendi suðuri á 54 breiddarstigum, ferðaðist hon beina kós norður aftur í Bankarennuna, har hon hevur ferðast nakað í sjálvari rennuni. 

Seinastu dagarnar hevur grindin so ferðast longur norður, og er hon fyri fyrstu ferð, síðan hon var merkt fyri 221 døgum síðani, norðarlagari enn oyggjarnar.

[object Object]
(Mynd: Havstovan)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder