2020-12-21 16:24

Merkta grindin úr Vestmanna, sum fyrsta mánaðin lá rættuliga støðuføst suður av Føroyabanka, er nú farin í ein útsynning, úr føroyskum sjógvi. Hon fór fyrst suður móti Rosemary-bankanum, og vendi síðan í ein beinan vestan, og er nú suður av Ytstabanka, skrivar Havstovan.
(Mynd: Havstovan)
Merkta grindin úr Bø, sum lá vestur av Flemish Kap, sendir ikki meira. Seinasti sendarin sløknaði 7. desember, eftir at hava sent í 185 dagar. Hetta er tað næst longsta sambandið, ið hevur verið við eina merkta grind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald