Innanlands

Grindin hildin til

Hon vísti seg ikki at vera størri enn 20-25 hval, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, sum sigur, at drápið gekk skjótt og væl

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-29 20:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum í kvøld varð funnin suður úr Borðuni, er nú hildin til á Sandagerði, og drápið gekk skjótt og væl, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, við Portalin.

Sýslumaðurin sigur, at talan var um eina lítla grind, ið var nógv minni, enn tey fyrst høvdu væntað.

Fyrr í kvøld varð mett, at talan var um eini 50 hval, men grindin vísti seg bert at vera millum 20 og 25 hval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder