Innanlands

Grindin í Klaksvík hildin til

Drápið í Klaksvík tók átta minuttir. Enn er ikki greitt nær seðlarnir koma út

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-08-10 22:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað tók átta minuttir at drepa hvalirnar, sum í kvøld løgdu beinini í Klaksvík.

Onkur nevndi, at tað vóru um 50 hvalir, men tað er ilt at siga akkurát fyrr enn teir eru merktir, sigur Jens Joensen, sýslumaður.

Nógvir bátar luttóku í drápinum, og á sandinum ella í fjørðuni vóru eisini nógv fólk. Nógv av teimum hugdu at.

Enn ber ikki til at siga nær seðlarnir koma út. Tað arbeiðið fer í gongd nú, upplýsir sýslumaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder