Innanlands

Grindin í Nesi nú liðug skift

776 skinn verða býtt í 4.563 heimapartar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-08 18:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey eru nú liðug at skifta grindina, sum legði beinini í Nesi í Hvalba fyrr í dag.

136 hvalir vórðu merktir, og tá tað fasta er tikið burturav, verða 776 skinn at skifta.

Eins og vanligt er í Suðuroy, fer alt til heimapartar, sum eru 4.563 í tali.

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur í kvøld, at seðlarnir nú verða latnir kommununum í oynni, sum hvør sær skipa býtið víðari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder