2021-01-05 22:48

Merkta grindin úr Vestmanna er framvegis tætt við Føroyar. Tað skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.
Lítla grindin varð ikki hildin til men merkt ístaðin. Tað var tann 13. november.
Hon hevur í eina tíð ferðast í økinum suður av Ytstabanka, men er nú farin vestur um bankan, út í hellingina, og hevur síðan ferðast nakað norðureftir, skrivar hav.fo.
Grindin liggur í løtuni beint við sjómarkið - 200 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald