Innanlands

Grindin úr Vestmanna framvegis í føroyskum sjógvi

Hon hevur seinastu tvær vikurnar ligið suður av Føroyabanka

2020-12-08 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13. november varð ein lítil grind merkt í Vestmanna. Hetta var triðju ferð í ár, at sendarar vórðu festir á grind og tíggjundu ferð í hesari øldini

Grindin var fyri trimum vikum síðani á Munkagrunninum. Heimasíðan hjá Havstovuni skrivar, at seinastu tríggjar vikurnar hevur gringin mest sum ferðast aftur á aftur økir, har hon hevur verið áður.

Merkta grindin hevur seinastu tvær vikurnar ligið suður av Føroyabanka. Fyri tað mesta hevur hon ferðast á Wyville Thomsonrygginum og eisini í sunnara kanti av Bankarennuni. Sostatt er grindin enn tætt við Føroyar, nú komið er út á hávetur, skrivar hav.fo

Grindin, sum varð merkt í Bø í summar, liggur enn suðuri á 48 breiddarstigum, 270 fjórðingar vestan fyri Flemish Kap  Samband hevur nú verið við hesa grindina í hálvt ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder