Innanlands

Grindin verður býtt í drápspartar

Eini 20 hval løgdu beinini í Sandágerði í kvøld – Grindin verður býtt í drápspartar, og ellis- og røktarheimini fáa kók

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-29 23:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eini 20 hval løgdu beinini í Sandágerði í kvøld, og avgjørt er, at grindin verður býtt í drápspartar, og ellis- og røktarheimini fáa kók, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Seðlarnir koma út seinni í kvøld, helst áðrenn midnátt, og nærri boð verða løgd út á heimasíðuna torshavn.fo.

Grindin varð funnin suður úr Borðuni fyrr í kvøld, og gekk skjótt og væl at halda hana til. Fyrst varð mett, at talan var um eini 50 hval, men grindin vísti seg at vera nógv minni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder