Innanlands

Grivið verður fyri tveimum íbúðarbyggingum afturat á Toftum

Íalt verður 16 íbúðir í teimum báðum bygningunum. Tveir aðrir íbúðarbygningar eru í gongd á Toftum

Íbúðirnar verða 80 m2 (Mynd: Nes kommuna)

Íbúðirnar verða 80 m2 (Mynd: Nes kommuna)

2020-02-10 09:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er gravgangur eftir at fáa bústað á Toftum, serliga nú Eysturoyartunnilin er á veg, og nú er hol sett á tvær íbúðarbygningar afturat á Toftum. Talan er um íalt 16 íbúðir, sum eru 80 m2 til støddar. Tað er Byggivirkið KBH á Toftum sum stendur fyri byggiæltanini. Talan er um eigaraíbúðir.

Nes kommuna skrivar, at íbúðirnar verða partur av nýggja býlinginum, í hjartanum á Toftum við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Flestu íbúðirnar eru longu umbidnar, 

Í 2021 verða tær fyrstu av hesum íbúðunum til reiðar at flyta inn í. íbúðirnar. Bústaðir er í løtuni í gongd við tvær íbúðarbygningar á Toftum. Her er nú innilokað, og arbeitt verður við fullari ferða at fáa teir lidnar. Væntandi verður tann fyrsti liðugur síðst í hesum árinum.

Les eisini: 18 nýggjar íbúði í gerð á Toftum

Tá allir 4 íbúðarbygningarnir eru lidnir í 2022, eru 34 nýggjar íbúðir á Toftum: 10 leiguíbúðir, 8 lutaíbúðir og 16 eigaraíbúðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder