Innanlands

GroAqua 13,9 milliónir í avlopi

GroAqua, sum gjørdist ársins virki í 2024, er ein fyritøka sum mennir seg alsamt og kann vísa á góðan vøkstur í sølu uttanlands

GroAqua varð kosið ársins virki 2024 á Vinnudegnum í fjør (Mynd: Vinnuhúsið)

GroAqua varð kosið ársins virki 2024 á Vinnudegnum í fjør (Mynd: Vinnuhúsið)

2025-02-20 19:52 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Talan var um eitt gott úrslit, har ársúrslitið samanborið við 2023 vaks 3,8 mió.kr. til 13,9 mió.kr. í 2024.

GroAqua, sum gjørdist ársins virki í 2024, er ein fyritøka sum mennir seg alsamt og kann vísa á góðan vøkstur í sølu uttanlands.

Tað, sum eykennir GroAqua, er at fyritøkan seinnu árini hevur havt stórt fokus á at menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlanda. Serliga uttanlanda hevur vøksturin verið stórur. Felagið hevur í dag deildir og dótturfeløg í Skotlandi, Póllandi, Danmark og í Norra.

GroAqua heldur til á Kambsdali.

Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá P/F GroAqua vísir, at bruttovinningurin í 2024 á 11,5 mió.kr. var einas 400 tkr. hægri enn í 2023. Men vaksandi virksemi hjá GroAqua uttanlanda sæst nú meira týðiligt í fíggjarligum inntøkum frá dótturfeløgum. Fíggjarligu inntøkurnar í 2024 vóru 8,6 mió.kr. í mun til 4,3 mió.kr.

Ársúrslitið hjá GroAqua í 2024 var 13,9 mió.kr. sammett við 10,1 mió.kr. Vøksturin í ársúrslitinum í 2024 var tískil 37,5 prosent.

[object Object]

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá P/F GroAqua var í 2024 í alt 150,1 mió.kr., sum er ein vøkstur á 15 prosent í mun til 2023 tá fíggjarstøðan var 130,4 mió.kr.

[object Object]

Eginognin hjá GroAqua var við ársenda 2024 í alt 107,4 mió.kr. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 71,5 prosent.

Langfreistaða skuldin hjá felagnum í 2024 var 16,6 mió.kr., sammett við 11,6 mió.kr. í 2023. Tískil er skuldin í 2024 niðurgoldin við 5 mió.kr.

Gjaldførið hjá GroAqua var rímiligt gott í 2024, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 152 prosent í 2024 samanborið við 142 prosent í 2023.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2024 uppskot at rinda 7,5 mió.kr. sum vinningsbýti til eigararnar.

P/F GroAqua er dótturfelag hjá Sp/f Skrínið, sum P/F Tjaldur eigur. Harumframt eigur partur av leiðsluni ein minnilutapart í felagnum.

Stjóri fyri GroAqua, tá ið roknskapurin var lagdur fram 27. januar 2025, var Súni Justinussen. Súni Justinussen var kosin ársins leiðari í 2023. Súni er annars givin sum stjóri í GroAqua og byrjar í næstum sum stjóri í P/F Magn. GroAqua søkir í hesum døgum eftir nýggjum stjóra. Fyribils stjóri er John Petersen.

Nevndarformaður er Janus Thomsen.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder