Í 2024 varð GroAqua kosið Ársins Virki í Føroyum. Fyritøkan, sum er staðsett á Kambsdali, hevur ment seg nógv seinastu árini og hevur nú deildir í trimum øðrum londum eisini.
Nú er greitt, at stjórin seinastu átta árini, ið varð kosin ársins leiðari í tí privata í 2023, fer frá skjótt.
GroAqua boðar í tíðindaskrivi fyrrapartin frá, at Suni Justinussen fer í annað starv 1. apríl. Tískil fer veitarafyritøkan nú at leira eftir nýggjum stjóra.
Settur hjá Magn
Tað er nú eisini alment kent, hvat starv Suni Justinussen fer í um tveir og ein hálvan mánað.
Nærum beint eftir at GroAqua hevði sent sítt skriv út, so kunnaði Magn um, at Suni Justinussen tekur við har.
Í november í fjør gjørdu Finn Jacobsen og Magn fráfaringaravtalu. Síðani hevur Christian Nagata, næstformaður, verið fyribils stjóri.
- Suni Justinussen er júst rætti profilurin at leiða Magn, staðfestir Jan Petersen, nenvdarformaður.
Alt skrivið hjá GroAqua kann lesast niðanfyri:
Stjórin í GroAqua, Suni Justinussen, hevur gjørt av at taka við øðrum avbjóðingum og fer tí úr starvi sum stjóri í felagnum.
Suni tók við sum stjóri í tánevnda JT Electric í 2017. Nýggj kós bleiv sett saman við nevnd og eigarum, og hevur Suni staðið á odda fyri tí arbeiðinum.
Hesi árini hevur felagið ment seg nógv og er í dag ein stórur veitari av dygdargóðum vørum og tænastum til alifyritøkur í øllum norðuratlatshavi.
- Hóast vit harmast avgerðina hjá Suna, um at taka við øðrum avbjóðingum, vilja vit takka honum fyri tað stóra arbeiði, hann hevur útint, í sambandi við at menna GroAqua til tað sum felagið er í dag – nevniliga eitt altjóða felag við deildum í Norra, Skotlandi og Póllandi.”
Suni Justinussen byrjar í øðrum starvi 1. apríl, og verður hann fram til tá knýttur at GroAqua.
Tilgongdin við at finna nýggjan stjóra byrjar beinanvegin.
Janus Thomsen, nevndarformaður
Alt skrivið hjá Magn kann lesast niðanfyri:
Nýggi stjórin í Magn eitur Suni Justinussen. Suni Justinussen hevur síðani 1.
oktober 2017 verið stjóri í GroAqua (fyrr JT Electric) á Kambsdali.
Suni hevur útbúgving sum maskinmeistari og íløguráðgevi, og hevur seinastu 25
árini virkað innan nógvar vinnur, sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju,
maskinmaður hjá Maersk, íløguráðgevi í Betri Banka, sølu- og marknaðarstjóri hjá
Vodafone og seinastu sjey árini sum forstjóri í GroAqua.
Í 2023 varð hann eisini kosin ársins leiðari innan privata vinnulívið. Her var serliga
nevnt avrikið at venda gongdini hjá JT Electric og menna GroAqua frá einari
miðalstórari føroyskari fyritøku til ein altjóða veitara upp á sera stutta tíð við fokus, nútímans leiðsluhátti og framfýsnari virkismentan.
Suni er 43 ár, og býr í Leirvík saman við konuni Elly Justinussen og teirra 4
børnum.
- Suni Justinussen er júst rætti profilurin at leiða Magn. Eg fegnist um at Magn fær ágóðan av hansara leiðslustíli og nýhugsan, og eg gleði meg til samstarvið, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Magn.
Suni byrjar í starvinum sum stjóri í Magn 1. apríl.
Orkufelagið Magn verður í ár 100 ár. Felagið rekur tilsamans 11 Magn-støðir kring
landið. Høvuðsskrivstovan er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. Felagið hevur ein flota av tangabilum, sum hvønn dag
veita olju til skip, virkir og húsarhald um allar Føroyar.
Magn hevur hitatænastu, smyrjioljuveitingar og aðrar tænastur um alt landið. Magn hevur saman við LÍV- samtakinum bygt og rekur vindmyllulundina í Flatnahaga við seks vindmyllum. Umleið 155 fólk starvast hjá Magn.
Jan Petersen, næstformaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald