- Tølini vísa greitt tørvin á fleiri vindmyllum. Um vit t.d. høvdu havt eina 18 MW vindmyllund í rakstri alt 2019, so kunnu vit varliga meta, at grøna elframleiðslan hevði ligið uppi á 53 prosentum, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV.
Deildarstjórin fegnast um, at fleiri vindmyllulundir eru settar á breddan, tí SEV hevur gjørt greitt, at hesum er tørvur á í Føroyum. Eftirspurningurin eftir elorku er vaksandi: SEV boðar frá, at eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent í 2019, og hann er í høvuðsheitinum øktir seinastu árini.
Elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 172 GWt í 2018 niður í 156 GWt í fjør. SEV harmast um, at grønu framleiðslan er minkað við yvir átta prosentum, og hetta krevur broyting skjótt. Felagið vísir eisini á heimasíðu sínari á, at tað fara tað at koma.
Veðrið fær SEV ikki gjørt nakað við, og meira av terra og minni av vindi gjørdu fyritreytirnar verri í 2019.
Sí øll tølini og greiningarnar her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald