Innanlands

Grøna hitaskipanin í H-bygninginum

Nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum fær hitan úr sjónum og úr kølingini av kølirúmum, frystirúmum og servararúmum

(Mynd: Heinesen myndir)

(Mynd: Heinesen myndir)

2021-09-23 09:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Um ársskiftið verður nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum væntandi tikin í nýtslu.

Eitt sermerkt við hesum bygninginum er, at hann verður hitaður upp av grønari orku. Orkan kemur frá hita, ið verður tikin úr sjónum. Men eisini burtur úr fleiri køliskipanum, sum eru inni í bygninginum.

Anton Arge, sum starvast við orku og umhvørvi hjá ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni SMJ, hevur havt ábyrgdina av umfatandi HVS-verkætlanini í H-bygninginum, sum Demich hevur installerað.

Netsíðan Orkuskiftið undir Umhvørvisstovuni hevur vitjað í bygninginum fyri at greiða frá slóðbrótandi skipanini.

- At byggja sjúkrahús er helst nakað av tí mest torgreidda, og tað hevur eisini verið í hesum føri sigur Anton Arge.

Sjóhitaskipanin er skipað við pumpuhúsi í fjøruni við seks sjógvpumpum. Allar koyra ikki í senn, men tá talan er um sjúkrahús, má bygningurin ikki kølna og tí eru altíð nakrar pumpur tøkar sum back-up, um okkurt hendir, sigur Anton Arge.

[object Object]Anton Arge (Mynd: Heinesen myndir)

Sjógvur í Føroyum er sera væl egnaður til sjóhitaskipanir, tí hitin í sjónum liggur støðugt millum 6 og 11 stig alt árið. Virknaðarstigið er høgt og sjóhiti er bæði burðardyggur og samstundis eisini álítandi. Sjóhitaskipanin hevur eitt orkumát á 1.500 kW.

Raksturin av køliskipanum til tøknirúm og stórkøkin, er hugsaður endurvinnandi, tí hitin, sum kemur frá  kølingini, verður brúktur til upphiting av hitaverkinum og heita vatninum. Soleiðis verður orkan endurvunnin.

Tann burðardygga hitapumpuskipanin er uppbygd við 14 hitapumpum og hevur eisini akkumuleringstanga, sum er ein goymslutangi, ið rúmar 50 rúmmetrar av heitum vatni. Endamálið við goymslutanganum er at goyma hita frá orkuframleiðsluni um náttina, til nýtslu um dagin.

Bygningurin hevur eisini eina sonevnda BMS skipan (Building Management System), sum er ein skipan, ið stýrir allari elektriskari og mekaniskari útgerð, so orkunýslan er minst møgulig.

H-bygningurin hevur nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.

Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjarsentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar.

Tað er ráðgevarasamtakið Faerport II, sum SMJ er partur av, ið hevur verið ráðgevi hjá Landsverki í sambandi við byggiverkætlanina.

(kelda: Orkuskiftið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder