2022-01-23 11:15
Í vesturgrønlendsku bygdini Niaqornat, doyði ein 57 ára gamal maður, eftir at hann varð skotin við riflu fríggjadag seinnapart.
Løgreglan í Grønlandi upplýsir, sambært Sermitsiaq, at ein persónur er handtikin og skuldsettur fyri manndráp.
Hvørki kyn ella aldur á persóninum er upplýst, og meðan málið verður kannað, kann løgreglan ikki koma við fleiri upplýsingum.
Lokala løgreglan hevur fingið hjálp frá tveimum løgreglufólkum og einum lækna úr Ilulissat – triðstørsta býi í Grønlandi – og mánadagin koma kriminalteknikarar og rættarlæknar frá ríkispolitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald