Grønland hevur enn einaferð valt tvær kvinnur á Fólkating. Vinnarar á valinum í Grønlandi í gjár gjørdust Aki-Mahilda Høegh-Dam fyri Siumut og Aaja Chemnitz Larsen fyri IA.
Sostatt varð Aaja Chemnitz Larsen afturvald, meðan Aki Mathilda Høegh Dam tók plássið hjá Aleqa Hammond, sum ikki lukkaðist at verða vald fyri nýggja flokkin Nunatta Qitornai, NQ. Aleqa Hammond fekk seinast 3.759 atkvøður sum toppkandidatur fyri Siumut. Nú fekk hon 1.607 atkvøður sum einasta valevni hjá NQ.
Aaja Chemnitz Larsen fekk ikki færri enn 5.686 persónligar atkvøður, harav yvir 3.000 bara í Nuuk. Tað merkir, at meira enn triði hvør veljari í grønlendska høvuðsstaðnum hevur sett sín kross fyri Aaja Chemnitz Larsen. Toppkandidaturin hjá IA fekk meira enn tvífalt so nógvar atkvøður sum á seinasta vali.
Aki-Mathilda Høegh-Dam, sum ikki stillaði upp seinast, fekk 3.467 persónligar atkvøður á listanum hjá Siumut. Í Grønlandi stilla tey ikki upp við eins nógvum valevnum, sum vit gera í Føroyum. Teir stóru flokkarnir stillaðu upp við fýra valevnum á listanum.
Hóast valsigurinsigurin, so høvdu báðir teir stóru flokkarnir í Grønlandi stóra afturgongd.
Inuit Ataqatigiit (IA) gjørdist størsti flokkur við 33,4 prosentum – ein afturgongd á 4,9 prosentstig.
Siumut fekk 29,4 prosent av atkvøðunum – tað er ein afturgongd á heili 8,6 prosent.
Demokraterne gjørdist triðstørstur við 11 prosentum. Síðan komu Nunatta Quiornai 7,8%, Partii Naleraq 7,6%, Atassut 5,3% og Samarbejdspartiet 2,5%.
Valluttøkan í Grønlandi var lág - undir 50 prosent vóru á vali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald