
Orsakað av vaksandi smittutalinum í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, hava myndugleikarnir í Grønlandi boðað frá, at at bert koppsettir persónar sleppa at brúka almennu samferðsluna komandi tíðina.
Hetta merkir, at um tú ætlar tær uppí ein buss ella eitt flogfar í Grønlandi, skalt tú vera koppsettur í minsta lagi eina ferð.
Kravið um koppseting til ferðandi, ið kemur í gildi á midnátt, varð almannakunngjørt av landsstýrisformanninum, Múte B. Egede á tíðindafundi seinnapartin.
Grønlendski landsstýrisformaðurin ásannaði, at talan er um strang tiltøk, men at tað kortini er neyðugt, nú smittutalið í Grønlandi ongantíð hevur verið størri.
– Vit noyðast øll at taka felags ábyrgd og vísa stórt varsemi, tí vit enn ikki vita, um talan er um Delta-frábrigdið, sum spjaðir seg skjótari enn onnur koronufrábrigdi, segði Múte B. Egede sambært Sermitsiaq.
Neyðugt verður tó ikki at vísa koronapass fyri at sleppa í eitt nú eitt flogfar ella ein buss, tí myndguleikarnir hava álit á, at fólkið fer at fylgja hesum. Tó forðar hetta ikki løgregluni í at hava eftirlit við eitt nú flogførum ella skipum, verður sagt.
Eisini eru nøkur undantøk. Tey, ið skulu ferðast heimaftur til sín egna bý ella bygd eftir at tey hava verið í feriu ella hava verið burturstødd í arbeiðsørindum, kunnu ferðast heimaftur. Kravið um koppseting er eisini serliga rættað móti teimum, sum hava ætlanir um at ferðast heimanifrá.
Fyribils er kravið um koppseting galdandi til síðst í hesum mánaðinum, men tað verður undirstrikað, at mydnugleikarnir kunnu seta í verk nýggj tiltøk, um støðan broytist.
Í løtuni vita myndugleikarnir í Grønlandi um 29 smittutilburðir, og tað er hægsta talið, Grønland hevur havt undir allari farsóttini.
Higartil eru 32.724 fólk koppsett í Grønlandi, og 18.915 eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald