Grønland hevur nú skrásett fyrsta koronuandlátið.
Talan er um ein eldri mann í bygdini Upernavik, sum hevði verið innlagdur við koronu, sigur landslæknaembætið í Grønlandi sambært Sermitsiaq.
Grønland hevur seinastu tíðina havt eina øking í talinum á nýggjum smittutilburðum, og 13. november vórðu nýggjar avmarkingar settar í gildi í høvuðsstaðnum Nuuk. Hetta merkir m.a., at fleiri enn 20 fólk ikki hava loyvi at savnast, og at fólk skulu brúka munnbind á almennu samferðsluni og í eitt nú handlum og kaffistovum.
Avmarkingarnar eru fyribils galdandi til 27. november.
Sambært Ritzau er tað serliga millum børn, at smittan spjaðir seg í Grønlandi. Í løtuni eru 200 staðfest smittað við koronu í grønlandi, og fýra fólk eru innløgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald