43 ára gamla Paneeraq Siegstad Munk úr bygdini Attu er vald til nýggjan biskup í Grønlandi.
Tað boðaði grønlendska heimastýrið, Naalakkersuisut, frá í gjár.Paneeraq Siegstad Munk fekk flest atkvøður á biskupsvalinum, ið varð hildið 2. september, og gerst sostatt avloysarin hjá Sofie Petersen, ið hevur verið Grønlands biskupur síðan 1995.
- Naalakkersuisut ynskir Paneeraq tillukku og sær fram til at samstarva í menningini av Kalaallit Nunaanni Ilagiit, skrivaði Karl Frederik Danielsen, landsstýrismaður í kirkjumálum í tíðindaskrivinum.
Kalaallit Nunaanni Ilagiit er navnið á grønlendsku fólkakirkjuni, ið varð yvirtikin í 2010.
Paneeraq Siegstad Munk gjørdist bachelor í gudfrøði frá grønlendska universitetinum Ilisimatusarfik í 2001. Ikki fyrr enn í 2017 gjørdist hon liðug sum kandidatur í gudfrøði frá Keypmannahavnar Universiteti
Hon gjørdist tó prestur longu í 2004, tá hon valdi at halda ein støðg í útbúgvingini. Síðan 2004 hevur hon verið prestur í ymsum prestagjøldum. Síðan 2017 hevur hon verið próstur í Provsteqarfik Kujataa við høvuðssæti í Qaqortoq.
Nýggi biskupurin tekur við embætinum 1. desember, men sjálv bispavígslan er útsett til tað aftur gerst møguligt at halda eitt siðbundi hátíðarhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald