Eftir at tað kom fram, at amerikanski forsetin Donald Trump umhugsaði at keypa Grønland, hevur landið fingið stórt uppmerksemi, serliga úr USA.
Í morgin kemur amerikanski skemtarin og sjónvarpsverturin, Conan O’Brien, kendur frá síni Late Night-sjónvarpssending, á vitjan í Grønlandi, skrivar knr.gl. Hann kunngjørdi ferðaætlan síni í sendingini mánakvøldið.
- Hvat halda tit Grønland? So skjótt tit gerast ein partur av United States, gerast tit eisini partur av heilsuskipanini hjá USA. Men latið vera við at googla amerikansku heilsuskipanina, skemtaði Conan O’Brien í sendingini mánakvøldið.
”Late Night with Conan O’Brien” er ein sera vældámd sending. Hann hevur eisini verið vertur á stórum sjónvarpsframleiðslun, so sum Emmy Awards.
Skemtarin hevur eisini eina aðra sending, ”Conan without borders”, har hann vitjar ymisk lond og spælir turistur við sínum lætta sinnalag.
Men hann leggur dent á, at hann ætlar ikki at skemta við síni grønlandsvitjan.
Í ”Conan without borders” hevur hann millum annað vitjað Kuba, Korea, Meksiko og Ísrael, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald