Mentan

Grønland hevur mist ein av sínum stóru sjónleikarum

Majbritt Bech var av føroyskari ætt – hon gjørdist 48 ár

2020-12-09 15:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin andaðist grønlendska sjónleikakvinnan Majbritt Bech óvæntað, einans 48 ára gomul.

Majbritt var av føroyskari ætt, dóttur Niclas Beck úr Vági, vanliga róptur Niclas hjá Fanny.

Majbritt Bech var ein av teimum fyrstu, ið fekk útbúgving á sjónleikaskúlanum hjá grønlendska tjóðleikhúsinum. Hetta var í 2014.

Starvsfelagarnir á grønlendska tjóðleikhúsinum, Nunatta Isiginnaartitsisarfia, skriva millum annað í minningarorðum yvir Majbritt Bech, at Grønland við deyða hennara hevur mist ein av sínum stóru sjónleikarum:

Majbritt byrjaði sum leikari longu sum blaðung við smáum leiklutum hjá Silamiut. Her menti talentið seg, og hon gjørdi veruliga vart við seg í leiklutinum í “Den lille Prins”.

Í 2012 kom hon ikk á leikaraskúlan, og var ein av teimum fyrstu, ið fingu útbúgving í 2014. Síðan hava hennara leiklutir í leikhúsinum spent víða.

Majbritt megnaði at vísa allar kenslur og kundi raka okkum beint í hjartarótina, eitt nú í leiklutinum sum Lovisa, sum sang vøgguvísu fyri Ronju í leikinum um Ronju Ránsmannadóttir í 2019. Eisini megnaði hon at fáa okkum at flenna í kíki í leiklutinum sum Jakobiina, sum droymdi um at fáa hita í vesi hjá sær (Arnatsialaat - Rez Sisters, 2016) og í ógloymandi leiklutinum sum Nille, ið skeldar mannin hjá sær út (Jappa 2016). Nógv børn minnast hana eisini sum ’Juulimaaq’ og fleiri aðrar leiklutir í Juulimaaq frá 2017.

Hon var dugnalig, hjálpsom og lyfti sínar viðleikarar á pallinum. Sum mentanarberi skein hennara kærleiki og stóra vitan til søguna, málið, sangirnar, grímudansin, trummudansin, tjóðbunan og forteljingina ígjøgnum.

Í summar royndi hon seg eisini sum leikstjóri við góðum úrsliti.

Majbritt kundi tosa við øll og fekk øll av kenna seg væl. Hennara látur smittaði, og hon dugdi at síggja tað stuttliga, eisini í truplum støðum. Hon gav av sær sjálvari, men eisini gávur og viðurkenningar til onnur. Hon hevði umsorgan fyri teimum veiku í samfelagnum. Javnan bar hon teimum posar við mati, tá hon sá, at tørvur var á tí, skrivar viðleikararnir millum annað í minningarorðunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder