Grønland er millum heitu evnini í altjóða miðlum í kvøld. Tað hendir eftir at sonur komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, nevniliga Donald Trump yngri, hevur verið á fýra tímar vitjan í grønlendska høvuðsstaðnum seinnapartin.
Vitjanin hevur fingið nógv uppmerksemi. Donald Trump yngri kom við fylgi í flogfarinum hjá pápanum, "Trump Force One" og lendi á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk um 13 tíðina føroyska tíð.
Trump Force One á nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk seinnapartin (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Donald Trump yngri vitjaði ymisk støð í Nuuk. Hann heilsaði millum annað uppá Trump fjepparar, vitjaði standmyndina av Hans Egede og gav annars eyðkendu reyðu keppararnar við boðskapinum "Make America Great Again" út.
Komandi amerikanski forsetin hevði seinnapartin ein tíðindafund, har Grønland eisini varð tikið upp.
Hann segði millum annað at hann ikki kundi avsanna, at hermegi varð brúkt fyri at fáa ræðið á Grønlandi. Tað snýr seg um trygdina hjá frælsa heiminum, so Danmark átti at frásagt sær rættin til Grønland, segði hann.
Donald Trump hevur eisini hótt við at seta revsitoll á danskar vørur, um hann ikki fær fatur á Grønlandi.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald