placeholder
Uttanlands

Grønland: Liðugt við serligum innferðarreglum fyri Føroyar

Orsakað av vaksandi talið á smittaðum í Føroyum og Íslandi, hevur grønlendska landstýrið gjørt av at broyta innferðareglurnar fyri ferðandi úr hesum londunum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-11 18:43 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Orsakað av gongdini í smittuspjaðingini í Føroyum og Íslandi hevur grønlendska landsstýrið avgjørt, at serliga lagaligu innferðartreytirnar fyri Føroyar og Ísland steðga. Tað boðar grønlendska landsstýrið frá í tíðindaskrivi.

Hetta merkir at ferðandi frá Føroyum, eins og øðrum sokallaðum karantenu londum, ikki kunnu luttaka í samkomum, tiltøkum og øðrum. Hesi kunnu heldur ikki vera stødd í handlum, kaffistovum, bókasøvnum, matstovum og líknandi, fyrr enn tað er prógva, at tey ikki eru smitta við covid-19.

Tó er loyvt at keypa inn um tað er heilt neyðugt.

Ferðandi til Grønland úr sokallaðu karantenu londunum, harímillum úr Føroyum, skulu í sóttarhald í fjúrtan dagar. Ein ferðandi kann tó stytta um tíðina í sóttarhaldi við at lata seg kanna fyri covid-19 og vísa á eina negetiva roynd.

Ferðandi úr Føroyum seinastu vikuna vera biðin um at vísa serligan ans, og so vítt møguligt fylgja reglunum fyri sóttarhald ljóða boðini frá grønlendska landsstýrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder