Líkpartarnir, sum vórðu funnir á brennistøðini í vesturgrønlendska býnum Ilulissat fyri tveimum vikum síðani, eru frá 24 ára gamla manninum Maassannguaq Dalager. Tað upplýsir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.
Avgerðin um at almannakunngera navnið á ofrinum er tikin í samráð við familju hansara. Við hesum ynskir løgreglan at steðga spjaðingini av leysasøgum og ástøðum í lokalsamfelagnum og á sosialum miðlum.
Fríggjadagin í farnu viku vórðu tríggir persónar handtiknir í málinum. Hetta hendi á einari addressu í Ilulissat.
Ein av persónunum varð tó leyslatin stutt eftir hetta, meðan ein maður og ein kvinna vórðu skuldsett fyri dráp og framstillað til grundlógaravhoyring leygardagin. Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Kvinnan varð afturhildin í tríggjar dagar, áðrenn løgreglan valdi at leyslata hana aftur mánadagin.
– Við at hava eykmerkt tann órættaða og at hava skuldsett tvey fólk í málinum, eru vit komin langt við einum máli, sum frá byrjan sá torført út, sigur Jam Lambertsen, varapolitiinspektørur, sum stendur á odda fyri kanningararbeiðnum hjá løgregluni í Grønlandi, sambært Ritzau.
Løgreglan vónar, nú navnið á offrinum er almannakunngjørt, at almenningurin kann hjálpa teimum í kanningarararbeiðnum. M.a. sóknast løgreglan eftir upplýsingum um, hvar hann hevur verið í døgunum upp til 2. oktober.
Løgreglan heldur seg vita, hvussu Maassannguaq Dalager varð dripin, men tey mangla enn svar frá teknisku kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald