Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava tey í Grønlandi gjørt eina uppgerð yvir heimleys í landinum, og uppteljingin vísir, at har í løtuni eru 491 heimleys í Grønlandi.
Hetta svarar til nærum eitt prosent av samlaða fólkatalinum, sum 1. juli var 56.661, skrivar Ritzau.
Uppgerðin er gjørd í samstarvi millum tær fimm kommunurnar í Grønlandi og grønlendska fróðskaparsetrið, Ilisimatusarfik.
Tey heimleysu eru deild í tveir bólkar – sjónligt heimleys og ósjónligt heimleys. Fyrri bólkurin er tann, ið sæst í býarmyndini. Tann, sum sæst á herbegunum ella á øðrum líknandi gistingartilboðum. Hin bólkurin er tann, sum ikki neyðturviliga svevur á gøtuni men sum eitt nú sova hjá øðrum ella ikki sjálvi kunnu avgera, hvar tey vilja búgva.
Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq eru 37 prosent av teimum heimleysu sjónliga heimleys, meðan 60 prosent eru ósjónliga heimleys. Restin ber ikki til at bólka orsakað av væntandi upplýsingum. Nærum ein triðingur av teimum heimleysu er í Nuuk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald