Børn millum 12 og 15 ár í Grønlandi kunnu nú eisini verða koppsett fyri koronu. Higartil hevur aldursmarkið annars verið 16 ár.
– Tað er ein heilsufaklig meting, at tað er púra forsvarligt at bjóða koppseting til børn, sigur Kirsten L. Fencker, heilsumálaráðharri í Grønlandi á tíðindafundi mikudagin.
– Hóast tað helst ikki verður møguligt at fáa floksimmunitet, fer ein øking í talinum á koppsettum persónum at minka um vandan fyri einari smittuspjaðing, sum tamarhald ikki fast á, sigur hon sambært Ritzau.
Í Danmark hevur hetta tilboðið verið galdandi síðan 14. juli, og síðan mikudagin hevur tað verið møguligt hjá foreldrum í Føroyum at bíleggja tíð til børn í hesum aldursbólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald