Uttanlands

Grønland: Ókoppsettir borgarar sleppa ikki á barr ella í biograf

Grønlendska landsstýrið boðaði í gjár frá, at fleiri av tiltøkunum vórðu longd

Pele Brobjerg, grønlendskur landsstýrismaður í vinnu- og handilsmálum (Savnsmynd)

Pele Brobjerg, grønlendskur landsstýrismaður í vinnu- og handilsmálum (Savnsmynd)

2022-01-26 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin boðaði grønlendski landsstýrismaðurin við vinnu- og handilsmálum, Pele Broberg frá, at Grønland fór at dagføra og leingja fleiri av koronutiltøkunum.

Hetta merkir millum annað, at ókoppsettir persónar 15 ár ella eldri fram til 14. februar ikki sleppa inn á almenn støð sum eitt nú barrir og biografar, uttan talan er um arbeiði.

Hetta verður tó ikki galdandi í handlum, á posthúsum, á floghavnum og farstøðum.

Forboðið ímóti at skeinkja alkohol millum klokkan 22 og 05 verður eisini longt fram til 1. februar. Skeinkistøðini sleppa tó at hava opið til klokkan 22.30.

Hinvegin verður kravið um PCR-kanning fyri ferðandi til Grønlands slept – bæði fyri koppsett og ókoppsett. Kravið um fimm dagar í heimauppihaldi fyri tey, sum ikki eru koppsett fyri koronu, er tó framvegis galdandi, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder