2021-11-22 11:00
Talið á smittutilburðum veksur í Grønlandi, og í gjár vórðu nýggjar avmarkingar settar í verk í fleiri økjum.
Hetta merkir, at ókoppsettir borgarar nú eru útihýstir frá fleiri almennum støðum í Nuuk, Upernavik og níggju øðrum bygdum. Talan er m.a. um matstovur, bókasøvn, hárfriðanarstovur, og ítróttaranlegg.
Hetta verður galdandi fyri øll yvir tvey ár. Børn millum tvey og 12 ár kunnu tó eisini fáa atgongd til hesi støðini, um tey kunnu skjalprógva, at tey hava havt koronu innanfyri seinastu 12 vikurnar.
Við nýggju reglunum sleppa fleiri enn 20 fólk nú aftur at savnast í Nuuk.
Les eisini: Grønland: Eldri maður deyður við koronu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald