Uttanlands

Grønland roynir at støðga útlendskari spekulasjón

Ætlanir eru um at avmarka møguleikan hjá útlendingum at fáa hendur á bústøðum og jørð í Grønlandi, nú áhugin er vaksandi

Hans Peter Poulsen, landsstýrismaður

Hans Peter Poulsen, landsstýrismaður

2025-02-04 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Framyvir gerst tað nógv truplari hjá útlendskum ríkisborgarum at fáa hendur á fastari ogn í Grønlandi.

Framyvir verða tað einans danskir ríkisborgarar ella fólk, sum hava búð ella verið skrásett búgvandi í Grønlandi tey seinastu tvey árini, sum kunnu keypa fastar ognir ella fáa ræðisrætt yvir jørð í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.

- Verandi geopolitiska støðan hevur gjørt, at størri áhugi er fyri Grønlandi. Vit síggja eisini ein áhuga fyri at fáa vatur á fastari ogn í landinum, sigur grønlendski landsstýrismaðurin fyri infrakervi og bústøðum, Hans Peter Poulsen við Sermitsiaq.

Tað er fyri at støðga møguligari spekulasjónum í fastari ogn, sum er orsøkin til at landsstýrið, Naalakkersuisut, nú ynskir at seta í verk avmarkingar fyri hvør kann fáa fatur á fastari ogn í Grønlandi, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Aaja Chemnitz, fólkatingslimur, segði í sending hjá DR P1, at eitt nú eru amerikanskir ríkmenn, sum hava víst áhuga at keypa bústaðir í Grønlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder