Uttanlands

Grønland skundkannar skúlanæmingar

Smittuvandin er serliga á skúlunum í Nuuk – nú kemur Falck landsstýrinum til hjálpar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-25 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Grønlandi taka tey nú nýggj vápn, skund-kanning, í brúk fyri at basa koronasmittuni serliga í skúlunum í Nuuk.

Tað er grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, sum hevur tikið avgerð um, at hesar skundkanningar skulu gerast fyri at tálma smittuvandan millum skúlanæmingar.

Tað upplýsti Kirsten L. Fencker, landsstýriskvinna við heilsumálum í tíðindaskrivi í gjár.

Í dag koma fýra starvsfólk frá Falck til Nuuk, og í morgin verða tey klár at kanna børnini á skúlunum í býnum, skrivar Nuuk Ugeavis á netinum.

- Tað hevur í eina tíð verið skúlanæmingar, ið hava borið smittuna í Nuuk. Við at testa tey regluliga, fáa vit berti møguleika fyri at bróta smittuketurnar og venda aftur til ein vanligan gerandisdag á skúlunum, sigur Kirsten L. Fencker við Nuuk Ugeavis.

Foreldrini skulu geva sítt samtykki til at lata børnini kanna. Naalakkersuisut heitir á barnaforeldur um at geva síni samtykki, so smittusporanin kann vera so gagnlig sum gjørligt.

Ætlanin er at fólkini frá Falck skulu fara út til skúlarnar fyri at gera royndir so skjótt tað er illgruni um smittu.

Í gjár lá talið á smittaðum í Grønlandi á 301. 

placeholder
placeholder