Frá á midnátt verður ikki longur krav um at brea munnbind í Grønlandi. Eisini verður loyvt skeinki- og matstovum aftur at hava opið.
Hetta kunngjørdi grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, á tíðindafundi í dag.
Grønlendski landslæknin metir nú, at smittan í Grønlandi er við at hæsa avaftur, og metir tað tí vera ráðiligt at sleppa teimum strongu koronatiltøkunum, sum hava verið galdandi seinastu vikurnar.
Í Eysturgrønlandi varð kravið um munnbind slept longu í síðstu viku, tá kravið um av vísa koronapass eisini varð slept.
Nú er tað bert á sjúkrahúsum og læknaviðtalum, at munnbind skal berast.
Eisini bannið móti at selja rúsdrekka gongur út á midnátt í teimum trimum kommunum, har hetta framvegis hevur verið galdandi.
Við komu til Grønlands verður tó framvegis krav, at øll ferðafólk, sum ikki hava fastan bústað í landinum, eru fult koppsett.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, kundi á tíðindafundinum í dag upplýsa, at smittan nú er við at hasa av í Nuuk, Ilulissat og Aasiaat men at hon tó framvegis er høg í Sisimiut, Maniitsoq, Uummannaq, Paamiut og í Suðurgrønlandi.
Yvirlit er ikki yvir, hvussu nógv eru smittað. Tað eru einans fólk, ið eru álvarsliga sjúk, sum hava atgongd til PCR-restir. Øll onnur skulu halda seg heima, til tey gerast frísk aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald