Grønlendska stjórnin arbeiðir í løtuni við at seta í verk fríhandilsavtalur við Kina við útflutningi av fiski og skeljadjóri. Í hesum sambandi royna grønlendska ferðavinnan eisini at lokka fleiri kinesarar til Grønlands.
Grønlendski umboðsleiðarin, Jacob Isbosethsen, saman við øðrum grønlendskum umboðum, kom mánadagin aftur til Nuuk, eftir at hava marknaðarført Grønland yviri í Beijing í eina viku. Grønlendska tíðarritið, Sermitsiaq, skrivar, at ferðin yviri í Beijing hevur verið væl eydnað, tí hetta vísir Kina, at tað er politisk undirtøka frá Grønlandi at økja um handil og vinnulív.
Kinesiska handilsmálaráðið eru opin fyri at styrkja um handilsavtalurnar við Grønland. Hetta kom heldur óvæntað á Jacob Isbosethen, tí áður hava kinesarar avvíst slík uppskot frá Grønlandi. Deng Li, varauttanríkisráðharri í Kina sær fyri sær, at man hevur eins gott samarbeiði við Grønland, sum man hevur við bæði Danmark og Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald