Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen setti í gjár tveir nýggjar landsstýrismenn.
Jens Immanuelsen, landstingslimur verður landsstýrismaður við fiskivinnumálum, veiði og landbúnaði og Jess Svane, kommunustýrislimur í Avannaata kommunu, verður landsstýrismaður við vinnumálum, orku og gransking. Báðir koma teir frá sama flokki, sum Kielsen sjálvur, Siumut.
Sjálvur tekur Kim Kielsen sær av náttúru- og umhvørvismálum, umframt at vera landsstýrisformaður.
Landsstýrið er nú mannað við hesum fólkum: Kim Kielsen, Ane Lone Bagger, Martha Abelsen, Jens Immanuelsen, Jess Svane, Erik Jensen og Karl Frederik Danielsen, øll úr Siumut og so Vittus Qujaukitsoq úr Nunatta Qitornai.
Sostatt er landsstýrið í Grønlandi – Naalakkersuisut – nú fullmannað eftir, eftir at Atassut og tey bæði landsstýrisfólkini Aqqalu Jerimiassen og Siverth K. Heilmann umframt Nikkulaat Jeremiassen úr Siumut tóku seg úr landsstýrinum.
Hóast stjórnarkreppuna heldur samgongan hjá Kim Kielsen fram, nú við tveimum flokkum við Demokratunum sum stuðulsflokki.
Hetta er 10. ferð, at skift verður út í landsstýrismanningini síðan valið til landstingið – Inatsisartut 24. april í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald