Uttanlands

Grønland varðveitir strongu innferðarkrøvini

Galdandi ferðareglur standa við til hálvan apríl

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, Martha Abelsen, landsstýriskvinna við heilsumálum og Henrik I. Hansen, landslækni, á tíðindafundi í gjár (Mynd: KNR)

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, Martha Abelsen, landsstýriskvinna við heilsumálum og Henrik I. Hansen, landslækni, á tíðindafundi í gjár (Mynd: KNR)

2021-02-16 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendska heimastýrið leingir galdandi fyriskipanir móti korona við strongum avmarkingum fyri ferðandi til Grønlands fram til 18. apríl – tvær vikur eftir páskir.

Hetta hendir av ótta fyri at nýggj brigdi av smittuni kunnu koma til landið, skriva grønlendsku miðlarnir KNR og Sermitsiaq.

Galdandi reglur vóru annars galdandi henda mánaðin út. Hetta merkir, at tað einans verður tað tey kalla “myndugleikaflúgving” til Grønlands. Hetta vil siga, at tað bert eru persónar, ið eru góðkendir av eini serligari koronaskrivstovu, sum fáa loyvi at koma til Grønlands.

Samstundis sum ferðaavmarkingarnar til landið verða longdar, verður slakað í krøvunum viðvíkjandi ferðing innanlands í Grønlandi.

Her hava serligar avmarkingar verið viðvíkjandi ferðing millum kommunurnar.

Sambært Sermitsiaq verður eisini møguleiki at skipa fyri tiltøkum við fleiri enn 50 luttakarum í ávísum býum. Hetta krevur tó serliga góðkenning frá landslæknanum.

Grønland er higartil sloppið væl viðvíkjandi korona. Higartil eru bert 30 tilburðir staðfestir. Tey eru øll vorðin frísk aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder