Uttanlands

Grønlendingar fáa MobilePay

Verður gjørt við at knýta grønlendska telefonnummarið at einum donskum

2020-08-19 13:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvir munnu teir føroyingar vera, ið hava saknað gjaldingarmøguleikan, MobilePay, sum ger tað møguligt at flyta pengar millum sín við at brúka fartelefonnummarið.

Hóast ynski hava verið um at fáa hesa skipan í Føroyum og eisini lyfti frá føroyskum peningastovni um, at henda skipan fór at koma, so er einki hent.

Men nú fáa grønlendingar so møguleika at brúka henda gjaldshátt. Tað skrivar Ritzau í dag.

Higartil hevur serliga appin bert riggað við donskum fartelefonnumrum, men nú verður so eisini møguleiki at brúka hana við grønlendskum, sigur stjórin í MobilePay, Claus Bunkenborg, við Ritzau.

Sum kundi hjá største grønlendska veitaranum, Tele-Post, ber til at fáa knýtt grønlendska telefonnummarið at einum donskum, sum ger at ein harvið kann stovna eina kontu á MobilePay.

MobilePay kom í Danmark í 2013 sum ein loysn fyri fólk, sum vilja flyta pengar millum sín uttan at skula rita seg inn á eina heimagreiðslu hjá peningastovni.

Nýggju út av tíggju snildtelefonum í Danmark hava í dag skipanina, og í 2019 vórðu gjørdar 333 milliónir flytingar á tilsamans 102,6 milliardir krónur umvegis MobilePay.

Saman við MobilePay gáa grønlendingar eisini møguleika at brúka appina WeShare, sum er gjørd fyri at hjálpa fólkum at býta útreiðslur millum sín, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder