2021-02-16 10:35
Andstøðan í grønlendska landstinginum hevur lagt fram uppskot um nýval. Hetta uppskot kemur til viðgerðar, tá landstingið hittist til vetrarting í dag.
Um uppskotið verður samtykt, verður talan um eina stutta setu, tí so verður tingið sent heim, og grønlendsku politikararnir fara í valstríð.
Uppskotið leggur upp til at halda landstingsval um sjey vikur, týsdagin 6. apríl, sum er týsdagin eftir páskir.
Hetta er sama dag, sum tað er kommunuval í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald