Grønlendska landsstýrið ynskir nú at flyta klokkuna í Grønlandi ein tíma fram.
Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, kemur eftir, at grønlendingar hava yvirtikið málsøkið "Tidens bestemmelse" og sostatt sjálvir kunnu taka avgerðir yvir síni tíðarøki.
Í dag er Grønland í tíðarøkinum UTC -3, men skotið verður upp at fylgja tíðini UTC -2.
– Verður uppskotið samtykt í verandi líki, fer tíðarmunurin millum Grønland og Ísland, Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretland og Norðurírland hareftir at vera tveir tímar. Tíðarmunurin millum Grønland og Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland og aðrar partar av Vesturevropa verður tríggjar tímar. Og millum Grønland og Grikkaland, Bulgari og Rumenia verður tíðarmunurin fýra tímar, stendur m.a. í uppskotinum sambært Sermitsiaq.
Arbeiðgevarafelagið Sulisitsisut, Grønlands Erhverv hevur áður verið fyri at flyta klokkuna. Tað fer at geva vinnulívinum í Grønlandi fleiri tímar at samskifta við fyritøkum í Danmark og Evropa.
Men sambært uppskotinum skal tíðarbroytingin ikki vera galdandi í øllum landinum. trý øki varðveita sína serligu tíð.
Talan er um Ittoqqortoormiit, sum fylgir -1, Danmarkshavn fylgir UTC +0, og Pituffik (Thule Air Base) fylgir UTC -4.
Grønlendska tingið hevur longu samtykt at avtaka summartíðina, men tann broytingin er enn ikki komin í gildi.
Orsøkin til hetta er, at avgerðin er tikin út frá tí fortreyt, at ES fer at avtaka summartíðina, men tað hevur ES enn ikki gjørt, og grønlendska landsstýrið heldur framvegis, at summartíðin í Grønlandi fyrst skal avtakast, tá ES ger tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald