Innanlands

Grønlendski heilsumálaráðharrin vitjar Kaj Leo Holm Johannesen

Á fundi í gjár tosaðu tey um avbjóðingarnar, sum heilsuverkini í Føroyum og Grønlandi hava, og umrøddu tey, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi landanna millum

Mynd: Heilsumálaráðið

Mynd: Heilsumálaráðið

2020-01-11 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vitjaði grønlendski heilsumálaráðharrin, Martha Abelsen Kaj Leo Holm Johannesen.

Martha Abelsen er komin til Føroyar at kunna seg um føroysk viðurskifti og fyri at fáa íblástur til tiltøk á heilsuøkinum í Grønlandi, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Á fundinum tosaðu tey bæði um avbjóðingarnar, sum heilsuverkini í Føroyum og Grønlandi hava, og umrøddu tey, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi landanna millum.

Ein av avbjóðingunum í londunum báðum er at útvega heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin greiddi frá teimum tiltøkum, sum eru sett í verk í Føroyum fyri at útvega fleiri heilsustarvsfólk.

Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen tosaðu eisini um sjúklingahotellini í Keypmannahavn.

Økta talið á sjúklingum, sum verða sendir av landinum í viðgerð, hevur við sær stórt trýst á sjúklingahotellunum, og eru tey samd um, at hetta er eitt øki, sum ber til at samstarva meira um í framtíðini.

Eisini greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann er farin undir eina tilgongd at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum. Henda tilgongdin verður á sama hátt sum t.d. í Danmark, sum vit kenna sum “behandlingsgaranti”.

Eftir fundin vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen á Landssjúkrahúsinum og á Barna- og ungdómspsykiatrisku deild.

- Eg haldi, at tað er sera áhugavert, at grønlendski heilsumálaráðharrin hevur valt at venda sær til Føroyar fyri at kunna seg um, hvat vit gera á heilsuøkinum. Vónandi kann tað, sum vit gera í Føroyum, verða ein íblástur hjá teimum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder