Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede hevur fingið staðfest koronu.
Tað váttar hann sjálvur í Facebook-støðudagføring seinnapartin.
Hann skrivar, at hann er ússaligur, men at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.
– Eg havi frá í dag útsett allar mínar fundir undir mínari ferð, eftir at ein pcr-test hevur víst, at eg eri smittaður við koronu. Beint nú eri eg ússaligur, men tíbetur havi eg tað gott eftir umstøðunum.
Múte B. Egede er í løtuni í Danmark, og skuldi hann eftir ætlan hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen og luttaka í 50 ára hátíðarhaldinum hjá Margrethu drotning í morgin, 14. januar, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald