
Leygarmorgunin fekk Hondbóltssamband Føroya vitjan av grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum.
Á vitjan sínari hevur Múte B. Egede vitjað ymisk virki og stovnar í Føroyum, og eisini ynsktu hann og konan, Sara B. Egede at vitja hondbóltssambandið, av tí at tey bæði hava spælt hondbólt, skrivar HSF á heimasíðuna.
Umframt grønlensku hjúnini vóru løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, og konan, Rakul Nielsen og umboð frá Løgmansskrivstovuni og grønlendsku umsitingini eisini til staðar.
Umframt søguligu gongdini, var serliga greitt frá tilgondini til eyðsýndu menningina í føroyskum hondbólti seinastu 10 árini, og hvussu Føroyar megna at luttaka í trimum altjóða endaspølum komandi summar, og eftir fundin var høvið nýtt til at handa Múte og Sara B. Egede nýggju landsliðsblusuna hjá HSF, skrivar HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald