Uttanlands

Grønlendsku politikararnir gera onki fyri tey vansorgaðu børnini

Skrivarin hjá landsstýrisformanninum rópar varskó og kastar frá sær

Eqaluk Høgh (Mynd: Sermitsiaq)

Eqaluk Høgh (Mynd: Sermitsiaq)

2019-05-27 13:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kim Kielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, skal hava nýggjan ráðharraskrivara. Eqaluk Høeg leggur nú frá sær sum mótmæli ímóti, at grønlendskir politikarar ikki hava tikið nøkur stig í sambandi við kynsligan yvirgang móti børnum í Grønlandi.

Tað boðar hann frá í einum filmi, sum er almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Sermitsiaq 

- Antin hava politikararnir ikki lisið frágreiðingarnar um umfatandi kynsliga misnýtslu av børnum í Grønlandi, ella so er okkurt galið við teirra raðfestingum, skrivar Eqaluk Høgh í tíðindaskrivi.

Eqaluk Høgh er kendur í Grønlandi, eitt nú sum kjakleiðari hjá kringvarpinum, KNR. Eftir seinasta val tók hann við sum ráðharraskrivari hjá Kim Kielsen, landsstýrisformanni. Men nú hevur hann sagt upp. Tað, sum fekk bikarið av flóta yvir, vóru reaksjónirnar hjá politikarunum til dokumentarin ”Byen hvor børn forsvinder”, sum varð vístur í donskum sjónvarpi herfyri, skrivar Sermitsiaq.

- Tað er ófatiligt, at politikararnir einki hava gjørt, sigur Eqaluk Høgh.

Hann heldur, at alt annað átti at havt bíðað.

- Hygg eftir hvat sáttarnevndin (forsoningskommissionen, red.), ið hevur kostað 10 milliónir krónur, hevur fingið burturúr. Onki! Onki annað, enn at teir einstøku flokkarnir hava fingið høvi til at vísa súmbolpolitiskan áhuga.

Hann er vreiður inná, at politikararnir, landspolitikarar eins væl og kommunalpolitikarar, bert lutvíst hava ásannað, at tey hava svikið.

- Hvat skulu vit brúka vælorðaðar lógir til, tá politiski myndugleikin ikki er førur fyri at eftirlíka teimum.

- Tað er okkara plikt at gera okkurt við hetta. Latið okkum taka stig. Latið okkum fara sjálvboðin til verka. Lagið okkum tosa um, hvat vit kunnu gera sum einstaklingar, ljóðar áheitanin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder