G! Festivalurin kann í dag avdúka, at bólkurin Sound of the Damned úr Grønlandi koma á ársins festival í Syðrugøtu. Sound of the Damned spælir deyðsmálm. Og tað, sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grønlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl!
Bólkurin hevur vitjað í Føroyum áður, tá ið teir tóku upp plátuna "Atornerlunnanga". Hettar bleiv gjørt í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð.
Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri vestan. Ungdómurin leitar aftur til upprunan, og hettar sæst millum annað, tá ið tey fáa sær siðbundnar tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast.
G! ger klárt til at lyfta hornini!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald