Innanlands

Grønlendskur ráðharri vitjaði í Runavík

Peter P. Olsen, sum er landsstýrismaður  fyri útbúgving, mentan, ítrótti og kirkju í Grønlandi, vitjar í Føroyum

Landsstýrismaðurin her saman við borgarstjóranum (Mynd: Runavíkar kommuna)

Landsstýrismaðurin her saman við borgarstjóranum (Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-08-05 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Peter P. Olsen, sum er landsstýrismaður  fyri útbúgving, mentan, ítrótti og kirkju í Grønlandi, vitjar í Føroyum í hesum døgum.

Hann hevur havt eitt ynski um at vitja Runavíkar kommunu, fyri at síggja og hoyra um hvussu kommunan hevur skipað seg á økjunum, ið hann umboðar sum ráðharri í grønlendska landsstýrinum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Borgarstjórin og mentanarleiðarin í kommununi greiddu honum í gjár frá støðuni, gongdini og framtíðini í væntu hjá Runavíkar kommunu.

– Eftir eina góða løtu í býráðssalinum, har hann í stuttum fekk eina briefing um kommununa, var farið út í Skótahúsið, Bylgjuna og inn í Gulu smiðjuna fyri at síggja framtøkini í økinum tey seinru árini. Eftir ynski fekk hann eisini eina frágreiðing um ætlaðu svimjihøllini, sum býráðið samtykti at fara undir á seinasta byráðsfundinum fyri summarfrítíðina.

– Tað var ein sera fryntligur maður sum vitjaði okkum í dag, og hann gav greitt til kennar, at kommunur við okkara stødd í Grønlandi kundu lært nakað væl av okkara fyriskipan á frítíðarøkinum, m.a. helt hann at ein skipan sum Spjaldrið hevði verið ein skilagóð skipan at sett í verk í grønlendskum kommunum, skrivaði heimasíðan hjá Runavíkar kommunu í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder