Mentan

Grønlendskur ræðufilmur á útnorðurdegnum

“Alanngut Killinganni” tekur støði í norðurlendskari gudalæru og inuittiskum søgum, og nýtir samstundis snildi úr amerikanskum ræðufilmum

2024-09-19 09:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útnorðurdagin, 23. september kl. 17, verður ókeypis filmssýning í Norðurlandahúsinum við grønlendska ræðufilminum “Alanngut Killinganni”.

Í fjør var filmurin tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, og er hann eitt nýtt boð uppá ein norðurlendskan ræðufilm.

“Alanngut Killinganni” tekur støði í norðurlendskari gudalæru og inuittiskum søgum, og nýtir samstundis snildi úr amerikanskum ræðufilmum og samantvinnar nýmótans filmstøkni og munnbornan skaldskap. Fjøllini og havið eru partur av pallinum og styrkja ræðukensluna í filminum, sum verður flokkaður sum ein 'arctic chills' ræðufilmur.

Í filminum verða evni sum sorg, felagsskapur og siðvenja viðgjørd. Hetta kemur serliga til sjóndar í muninum millum bý og náttúruna og millum tað náttúrliga og tað gátuføra.

Útnorðurdagur

Filmurin verður sýndur í sambandi við útnorðurdagin, sum verður hildin 23. september á hvørjum ári fyri at styrkja kensluna av samanhaldi millum grannalondini Føroyar, Grønland og Ísland. Dagurin verður hildin í øllum trimum londunum samstundis.

Filmurin

Tuuma, sum er ferðaleiðari í Grønlandi, verður biðin um at sigla tvey donsk ferðafólk til eitt stað, har seks ungir studentar fyri 8 árum síðani vórðu álopnir og dripnir av Qivittoq.

Tað, sum Tuuma óttast mest, gerst veruleiki, tá ferðafólkini hvørva. Tuuma siglir aftur til Nuuk at leita sær hjálp frá løgregluni, men skulu tey veruliga fara aftur at leita eftir ferðafólkunum, tá tey vita, at Qivittoqar herja í fjøllunum?

Malik Kleist hevur filmstjórnað. Filmurin er til 16 ár og eldri og verður sýndur við grønlendskari talu og donskum teksti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder