Um børn verða umsorganarsvikin, eigur tað sum útgangsstøði at hava sanktiónir við sær, heldur Gedion Jeremiassen, verjuadvokatur.
Tað skrivar grønlendska avísin AG.
Hann tosar út frá royndum sínum sum í einum hópi av rættarsakum, og hann heldur, at ar er okkurt heilt galið. "Í síðsta ár var eg verjuadvokatur í eini sak í Norðurgrønlandi, har ein maður var ákærdur fyri misrøkt av sínum sleðuhundum. Fleiri av hundunum doyði í hungri. Hann varð dømdur at skula tvangsinnleggjast á viðgerðarstovn.Eg havi í øðrum høpi verið vart í einari sak, har heili sjey børn hjá einum foreldri vórðu tvangsflutt. Tey vórðu flutt eitt og eitt, tá tey vóru heilt smá, vegna umsorganarsvik. Ongar stórvegis avleiðingar stóðust av hesum fyri foreldrið, annað enn, at børnini vórðu tvangsflutt", sigur Gedion Jeremiassen.
- Tað hevur fingið meg at hugleiða um, hvat vit sum samfelag virða mest. Virða vit okkara børn meira enn sleðuhubdar? Tað haldi eg ikki, tá hugsað verður um tað, eg omanfyri hava nevnt, sigur verjuadvokaturin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald