2024-01-14 16:50
Fyrstu húsini eru nú undir í grótbræðingart eftir at tað í morgun fór at goysa norðanfyri Grindavík.
Boðini voru í morgun, at sprungan var 450 metrar frá nræmastu húsunum í Grindavík, men nú seinnapartin var grótbræðingin runnin oman til býin og hevur lagt seg oman yvir fyrstu húsini.
Tað var longu í gjár, at teir 4000 innbúgvarnir í Grindavík vórðu fluttir burtur. Seinasta eldgosið í økinum var í november.
(Mynd: Mbl.is)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald