Týskvøldið 8. oktober verður skipað fyri kafékvøldinum "Grótið" í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn.
Tiltakið, ið er ætlað ungum millum 15 og 30 ár, verður hildið í samstarv við Sinnisbata, Liv Lívið og Øll Hava Rætt til Góð Barnaár, Bláa Krossi og Megna títt lív.
Kafékvøldið verður skipað í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin, sum verður hósdagin 10. oktober, og sum eitt ABC tiltak.
Endamálið er at vísa á tydningin av at vera saman í felagsskapi og práta opið og nøkur av teimum evninum, sum kunnu vera ring at seta orð orð, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi.
Kvøldið byrjar við einum uppleggi frá einum ungum persóni, sum fer at greiða frá um einsemi. Eisini verður prátað um, hvussu mann kann hjálpa einum vini, um viðkomandi hevur tað torført.
Ragnar Finsson kemur at spæla nøkur løg, og eisini verður okkurt leskiligt at fáa.
Tiltakið varar frá klokkan 20 - 22 og er ókeypis. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald