Innanlands

Grovur harðskapur á skeinkistaði í Havn

Ein ungur maður varð í nátt sligin við einum brotnum glasi, og roynir løgreglan nú at fáa fatur á ungu kvinnuni, sum framdi harðskapin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-03 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um grovan harðskap á einum skeinkistaði í høvuðsstaðnum.

Talan var um ein ungan mann, sum var blivin sligin við einum brotnum glasi. Hann hevði fingið skaðar í andlitið, armin og bringuna.

Løgreglan veit, hvør tað er, sum hevur framt harðskapin. Tað er ein ung kvinna, sum løgreglan nú roynir at fáa fatur á.

Løgreglan hevur í nátt havt samband við hana umvegis telefon, men tá var hon ikki sinnað at samstarva við løgregluna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at rúsdrekki var uppií málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder