2024-12-12 13:31
Nú røkist fyri, at ein húsagrund, sum hevur staðið á Skálheyggi í Vestmanna síðani einaferð í 80unum, verður tikin niður.
Vestmanna kommuna hevur gjørt makaskifti við SP/F Vesttrol soleiðis, at SP/F Vesttrol fær ognarrættin til lendið undir sjálvum smiðjubygninginum, sum er partur av leiguøkinum matr. nr. 249f á Heyganesi, til víddar 299 m2, og fær Vestmanna kommuna ognarrættin til matr. nr. 94e á Skálheyggi, til víddar 684m2 við ástandandi grund, sigur kommunan.
Grundin á Skálheyggi verður tikin niður, so skjótt sum Umhvørvisstovan hevur góðkent makaskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald