Innanlands

Grundlógaravhoyr verður klokkan 15

Maðurin sum skeyt eftir løgregluni í nátt skal grundlógaravhoyrast seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-10 13:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grundlógaravhoyring verður klokkan 15 í sambandi við hendingina í Miðvági í gjárkvøldið, har ein maður skeyt eftir løgregluni, sum skeyt aftur eftir manninum.

Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin verður skuldsettur móti embætismanni í tænastu. Linda Hesselberg sigur við útvarpið at ákæruvaldið fer at biðja um afturlatnar hurðar. Rætturin skal taka støðu til áheitanina.

Enn kann løgreglan ikki siga hvussu meint maðurin varð raktur av skotunum. Landssjúkrahúsið skal nú meta um maðurin er førur fyri at møta í rættinum.

Hendingin fór fram í bygdum øki í Miðvági.

Les eisini: Granni: Tað var forferdiligt

Sí eisini: Myndir: Stórur partur av býlinginum í Húsi avbyrgdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder