Innanlands

Grundstykkini á Fríðufløtum seld í næstum

Sjóvar Kommuna skrivar, at arbeiðir er komið so mikið langt, at nú er næstan til reiðar at selja tey ellivu grundstykkini

(Mynd: Sjóvar Kommuna)

(Mynd: Sjóvar Kommuna)

2019-08-20 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áhugin fyri grundstykkjum á Strondum er stórur. Hetta hongur millum annað saman við, at koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin komandi ár. 

Arbeiðið at gera nýggju grundstykkini á Fríðufløtum og við Hálsatjørn gongur støðugt framá, skrivar Sjóvar Kommuna á heimasíðu sínari. Arbeiðið at gera grundstykkini á Fríðufløtum er nú komið so mikið langt, at Sjóvar kommuna fer at selja hesi grundstykkir í næstum. Ellivu grundstykkir eru í nýggju útstykkingini á Fríðufløtum.

Arbeiðið við útstykkingini við Hálsatjørn gongur eisini framá. Kommunan vónar, at kunna selja grundstykkini í fyrru helvt av útstykkingini seinni í ár. Fyrra helvt eru stykkini norðan fyri rundkoyringina og stykkini við ovara vegin sunnan fyri rundkoyringina. 

Arbeiðið at gera seinnu helvt av útstykkingini við Hálsatjørn, sum eru grundstykkini við niðara veg sunnan fyri rundkoyringina, væntast at verða liðugt við árslok. Hesi stykkinini verða eftir ætlan klár at selja fyrst í 2020.

Øll grundstykkini, bæði á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, eru umbiðin. 
Tey stykkir, ið ikki verða seld, verða lýst til sølu á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder